"Ólavur Halgi" dagur í Fuglafirði."Ólavur Halgi" dagur í Fuglafirði 26-06-2010
“Ólavur Halga – dagur” í Fuglafirði.
Í november í fjør vóru 50 ár liðin, síðan portugalstrolarin, Ólavur Halgi, fyrstu ferð stevndi inn á Fuglafjørð. Hesin trolarin fekk stóran týdning fyri bygdina – og mangir vóru teir unglingar allastaðni frá í landinum, sum fingu sína sjómansuppaling har umborð.
Leygardagin, 7. aug. 2010, verður skipað fyri samkomu á Muntra í Fuglafirði fyri allar teir (tey), sum hava siglt við Ólavi Halga.
Byrjað verður kl. 14, og ætlanin er at vera saman til út á kvøldið og geva høvi at hugleiða og minnast aftur á góðar gamlar dagar.
Í sambandi við tiltakið borðreiðir Muntra við grýturætti og kaffi og køkum.
Fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður góð, men av praktiskum grundum er neyðugt at melda til. Hetta verður gjørt við at gjalda 150 kr. inn á kontu í Eik Banka nr. 9181 – 9854373.
Vegna fyrireikararnar,
Bernhard Samuelsen, 444664 / 226954
Jógvan á Lakjuni, 444440 / 212440
Tummas Lambastein
| | |
|
|